Góðan morgun Føroyar

Samband millum kropp og umhvørvi
25-05-2023
Gerandisdagurin gongur við rúkandi ferð, og vit hava sjáldan tíð til at steðga á og spyrja okkum sjálvi, hvussu vit hava tað

Sjálvt um flestu okkara bert hava eitt hanagleiv út í fríu náttúruna, so eru tað tey fægstu, sum gera sær dælt av henni í nóg stóran mun. Tað heldur Vár Næs, sum er psykomotoriskur terapeutur og náttúruterapeutur.

- Náttúran í Føroyum er stórsligin, og vit hava heilt víst eitt ótilvitað tilknýti til náttúruna, men eg veit ikki um hetta merkir, at vit sum føroyingar hava eitt størri samljóð við náttúruna, bara tí vit búgva tætt at henni. Tað er sum við kroppinum; vit hava øll ein, sum ber okkum, men er ikki tað sama sum at vera í samljóði við kroppin.

Tað, at náttúran verður nýtt til heilsubót er tó ikki ókent, og hetta samljóðið er týdningarmikið fyri okkara sálarligu heilsu, heldur Vár.

- Tað er eitt stórt frælsi at koma burtur frá øllum, og sleppa tí, sum tú tekst við til dagligt, og so løða aftur í tínum egna tempo. Har skalt tú einki annað enn at njóta, sansa og gleða teg til tað, sum hendir har. Tann friðin, eg upplivi í náttúruni, taki eg við mær, og tað er við til at skapa eina javnvág í mínum gerandisdegi.

Náttúruterapi er gott fyri øll, heldur Vár, og í summar fer hon undir heitinum Várnatúr at skipa fyri skeiði í Føroyum saman við Armgarð Mortensen og Sinnisbata

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026