Góðan morgun Føroyar

Støðan um skuldarloftið hjá USA er rættiliga spent
26-05-2023
1. juni hevur amerikanski staturin ikki fleiri pengar, um skuldarloftið ikki verður hækkað. Í løtuni samráðast demokratarnir og republikkanararnar

USA nærkast skuldarloftinum - markinum fyri, hvussu stór skuldin hjá USA kann vera.

Hetta merkir, at pengarnir hjá amerikanska statinum eru uppi 1. juni, um skuldarloftið ikki verður hækkað, og tað ber til at læna fleiri pengar.

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur millum annað avlýst ein túr til Avstralia av tí sama, tí hann má brúka tíðina fram til 1. juni uppá samráðingar við republikkanararnar fyri at fáa loyvið til at hækka skuldarloftið.

- Ongantíð fyrr hevur skuldin verið so stór, og hon er støðugt vaksandi, tí rentan eisini er hækkað, sigur Johnny í Grótinum.

Republikkanararnir hava meiriluta, og tí seta teir væntandi fleiri krøv til amerikanska forsetan, um skuldarloftið skal hækkast.

Tíðin er tó við at renna undan, og ein semja má finnast skjótt, um tey skulu náa at læna fleiri pengar áðrenn 1. juni. Tí gerst støðan rættiliga spent.

- Verður skuldarloftið ikki hækkað, fær tað sera stórar avleiðingar fyri USA og síðani eisini fyri allan heimin, sigur Johnny í Grótinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026