Góðan morgun Føroyar

Vit mugu fanga fólkið
30-05-2023
Hagstovan er virkin á sosialu miðlunum, har tey geva okkum skjót og greið hagtøl, sum geva meining

Hagtøl eru ikki bara turr tøl, sum síggjast í tjúkkum rapportum, sum eingin hyggur at. Nei, tey verða nýtt nógvastaðni í samfelagnum til at siga okkum, hvussu gongur, og hvussu vit hava tað, men tað kann vera trupult at greiða frá hagtølum, tí tey eru ikki altíð so løtt at lesa.

Tað er ábyrgdin hjá Hagstovu Føroya at fáa hagtølini, sum tey hava fingið til vega, út til fólkið, og tað gera tey á ymsan hátt, soleiðis at tey vera lættari atkomulig.

- Ofta leggja vit okkum upp at aktuellum hendingum í Føroyum, fyri at fáa fólk áhugaði í teimum hagtølum sum vit hava. Til dømis tá landsdystir ella merkisdagar eru, sigur Kári Holm Johannesen, leiðari á hagdeildini hjá Hagstovuni, og Marita Klein Joensen gevur honum rætt.

- Eingin byrjar sum serfrøðingur, tá tað snýr seg um hagtøl, so vit royna at miðla okkara hagtøl bæði til børn og til vanligar føroyingar, og tí er týdningarmikið, at tilfarið, vit leggja út, er áhugavert. Soleiðis at vit klára at fanga føroyingar, meðan teir skrolla á Facebook.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026