Góðan morgun Føroyar

Ein sjúka, sum hevur nógv andlit
30-05-2023
MS ella multiple sclerose er ein sjúka, sum fleiri enn hundrað føroyingar hava, men júst hvussu nógv tey eru, er ikki greitt

Í veruleikanum er trupult at tosa um sclerose sum eina einstaka sjúku, tí tað einasta, sum tey við sjúkuni hava til felags, er at tey hava arrvevnað á miðnervalagnum.

- Hetta merkir í veruleikanum, at boð, sum heilin sendir til ymsu støðini í kroppinum, hava trupult við at koma fram, og at nógv orka skal brúkast til at fáa til dømis limir at gera, sum heilin vil, sigur Margreta Dam, nevndarlimur í Sclerosefelagnum í Føroyum.

Júst hvussu hetta rakar, er eisini ymiskt, tí meðan tað hjá summum merkist í húðini, so kann tað vera vera beinini hjá einum og eyguni hjá einum triðja.

Hetta kann hava við sær, at fólk kenna seg einsamøll, og tí vilja tey í felagnum fegin bjóða øllum vælkomnum.

- Alt gott um avvarandi, og tey eru sanniliga góð at hava, men tað er eisini gott at hitta tey, sum eru í somu støðu sum ein sjálvur, sjálvt um vit als ikki primert sita og tosa um sjúku, als ikki, siga Margreta Dam og Edith Maria Petersen, sum báðar hava sclerose.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðurforsøgnin og nýggja svimjihøllin í Runavík
30-12-2025
Í fleiri ár hevur verið siðvenja, at Niclas Heri Jákupsson lesur upp eina jólasøgu, hann hevur skrivað.
23-12-2025
Hoyr sendingina her
23-12-2025
Jólakalendari, veðrið, kapping og jólakurv
19-12-2025
Veðrið, jól í Brasil og Føroyum, jóltrø frá Kiwanis
18-12-2025
Jólakalendari, veðrið, Poul Ingason, Uni Næs
17-12-2025
Jólakalendari, veðrið, ársins orð 2025
15-12-2025
Veðrið, Beinta diskar, jólakapping
12-12-2025
Jólakalendari, veðrið, 50 ára jubileum sum doktari og sjónvarpsdokumentarur um Christian Matras
11-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsfólk og fíggjarligur harðskapur
10-12-2025
Jólakalendari, veðrið, løgtingslimir & hóttanir, Ole Tøpholm
09-12-2025
Jólakalendari, veðrið, norovirus, ynskitræið
08-12-2025