Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Eg havi ikki góð prógv og klári meg fínt
02-06-2023
Panelið viðger skúlapróvtøl, óljóð frá snildfonum og spurningin um, meira er millum himmal og jørð?

Í panelinum í morgun eru Tom Jacobsen, Elisa Vang og Kristina Gry Berg.

Um próvtøl siga tey, at vit leggja ov stóran dent á góð próvtøl, og onkuntíð kann tað blíva ov nógv av tí góða.

- Man strembar eftir einum góðum miðaltali, og nakrar útbúgvingar krevja tað, men eitt próvtal lýsir ikki teg.

Elisa leggur afturat, at hon hevur ikki góð prógv, men klárar seg fínt, hóast tað.

Annað evnið er óljóðið, sum kemur frá snildfonum.

Panelið heldur tað vera ófólkaligt at sita í einum bussi ella í millum fólk og hava ljóðið frá uttan at nýta smátalarar.

- Tað er ófólkaligt og respektleyst, at sita so, í almennum rúmið, sigur Tom.

Panelið endar við at práta, um tey halda, at har er meira millum himmal og jørð.

- Eg havi upplivað okkurt serligt og ógreinandi, sigur Kristina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026