Hava borað 466 metrar til Fámjins

Hava borað 466 metrar til Fámjins
Í løtuni er ikki vist, at kostnaðurin fer at halda, og stjórin í Landsverki hevur greitt landsstýrismanninum frá støðuni
Tá fyrsta skotið í bergholinum ti, Fámjins var latið av 16. november í fjør. Nú eru 466 metrar boraðir.
Mynd: Landsverk  
 
02.06.2023 - 13:23

Arbeiðið at gera berghol til Fámjins gongur framá. Higartil eru boraðir 466 av 1.200 metrum, sum bergholið verður til longdar.

- Jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ein avbjóðing, men vit vistu av tí frammanundan, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki. 

16. apríl var omanlop inni í bergholinum, tá ið borað var gjøgnum eitt øki við leysum tilfari. Umleið 800 rúmmetrar av leysum tilfari duttu niður úr loftinum.

 

Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, á røðarapallinum, tá fyrsta skotið í bergholinum til Fámjins var latið av í november í fjør (Mynd: Landsverk)

 

Tí verða bogar, - t.e. stálbjálkar - nú stoyptir, sum skulu halda fjallinum uppi, og tryggja, at meira tilfar ikki dettur niður.

Borað verður bara ørðavíkarmegin inn í fjallið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02062023_Berghol_til_Famjins

 

Sigurd Lamhauge hevur fyrrapartin greitt Dennisi Holm, landsstýrismanni, sum varðar av Landsverki, frá trupulleikanum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911