Ótolandi umstøður hjá giktasjúklingum

03.06.2023 - 14:51
InnlendisHeilsa
Ótolandi umstøður hjá giktasjúklingum
Ein konsulent-skipan, sum Sjúkrahúsverkið valdi at seta ístaðin fyri ein lækna, virkar als ikki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Støðan hjá giktasjúklingum er ótolandi, sambært giktafelagnum, sum nú er farið undir at savna undirskriftir at fáa ein giktalækna í starv aftur, sum fór úr hesum starvi fyri áleið einum ári síðan. Men sjúkrahúsverkið vil ikki seta læknan í starv aftur, hóast hann hevur ynskt tað. Ístaðin hevur sjúkrahúsverkið valt eina loysn við konsulentum, sum koma afturat tí eina giktalæknanum, sum er í starvi. Hetta er ein skipan, sum als ikki virkar, sambært formanninum í Gektafelagi Føroya, Terja Beder.
Heilsuverkið veit ikki hvussu nógvir føroyingar hava gikt, og tey tøl sum finnast, umfata ikki tey, sum hava liðagikt. Sambært svari upp á ein fyrispurning fra Jacobi Vestergaard, tingmanni, upplýsir Margit Stórá, at 1.200 føroyingar eru knýttir at sjálvum sjúkrahúsverkinum. Giktafelagið metir, at einir 6.000 føroyingar hava gikt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138