Góðan morgun Føroyar

Føroyskir pápar hittast ov sjáldan
05-06-2023
Viðhvørt hava mammur roynt at fingið limaskap í bólkinum, Pápar í Føroyum. Tær umsóknirnar hava kortini ikki verið gingnar á møti, sigur Rúni Nielsen, stovnari

Fyri seks árum síðani tók Rúni Nielsen stig til bólkin, Pápar í Føroyum. Tankin var at geva pápum eitt forum at umrøða evni, sum knýta seg at pápaleiklutinum.

Í løtuni eru fleiri ernn 1000 føroyskir pápar limir í facebook-bólkinum, og har verða alskyns evni umrødd.

Páparættindini eru javnan á breddanum, men eisini verður tosað um eitt nú, hvussu ein best leggur børnini at sova, og hvat barnagentur skulu fáa í samsýning.

Prátið er sakligt, og tað er lætt at vera umsitari, sigur Rúni Nielsen.

Eitt er at samskifta á netinum, men tað hevði eisini verið skilagott, um pápar hittust í veruleikanum.

Tað er ein onnur samveru, ið kann vera gevand bæði fyri pápar og børn, heldur Rúni Nielsen.

Um tú hevur hug at gerast limur í bólkinum, er leinki at finna her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, valprát og sangkapping
27-03-2026
Veðrið og valprát
26-03-2026
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026
Veðrið, røða í Europatinginum, seyðahundakapping
17-03-2026
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026