Borgarafundur um vindmyllur á Sandi

Borgarafundur um vindmyllur á Sandi
Umhvørvisstovan og SEV hava í trý ár gjørt vindmátingar á Sandi
Vindmátingar eru gjørdar á Sandi, og í annaðkvøld verður borgarafundur um ætlan at seta vindmyllur upp. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
06.06.2023 - 11:17

Í annaðkvøld verður borgarafundur á Sandi um ætlanir um vindmyllulund.

Umhvørvisstovan og SEV fara at kunna borgararnar og at svara spurningum. 

- Ætlanin um vindmyllulund á Sandi er liður í framhaldandi arbeiðinum at útbyggja orkuverk úr varandi orkukeldum, sigur Ari Johanneson, leiðari á elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni. 

Ætlanin er at gera eitt útboð seinni í ár. Umhvørvisstovan og SEV hava í trý ár gjørt vindmátingar á Sandi. 

 

Ari Johanneson er leiðari á elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni.

 

3-4 megawatt hvør

Eftir ætlan verða vindmyllurnar fimm ella seks í tali, tað veldst um støddina á vindmyllunum.

Tey, sum bjóða, gera av, hvussu stórar vindmyllurnar skulu vera. Myllurnar skulu kunna framleiðla 3-4 megawatt hvør. 

Vindmyllurnar í Flatnahaga framleiða 3 megawatt, og tær í Hoyvíkshaga framleiða 4,2 megawatt.

Øll kunnu bjóða at seta vindmyllur upp á Sandi. 

 

Í Klivaløkshaga

Eftir ætlan skulu vindmyllurnar verða í Klivaløkshaga og kanska eisini í Miðjuni. 

- Vit hava samskift hagaeigararnar um vindmyllur. Øll viðurskifti um staðseting skulu vera avgjørd, áðrenn boðið verður út, sigur Ari Johanneson. 

Hann leggur aftrat, at borgarafundurin á Sandi í annaðkvøld er liður hesum at kunna og hoyra fólkið á Sandi.

Borgarafundurin verður á ovaru hædd í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu. á Mørkini Miklu 3.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938