Góðan morgun Føroyar

Gekk berføttur úr Sandvík til Akraberg
08-06-2023
Petur Martin Johannesen veit ikki um aðrar føroyingar, sum ganga langar túrar berføttir

Helst var tað ein video á You Tube um tað at ganga berføttur, sum vakti mín ahuga, sigur Petur Martin Johannesen.

Hann hevur gingið nógv berføttur síðstu tvey árini. Bæði í Føroyum og uttanlands.

Um vikuskiftið var ein drúgvur túrur á skránni. Petur Martin setti sær fyri at ganga Suðuroynna á tamb.

Fyrra helvt av ferðini var ein dreymagonga. Alt gekk sum tað skuldi.

Tíverri traðkaði hann á eitt gamalt stikpetti á leiðini oman av Valdaskarði og fekk eitt lítið bløðandi sár.

Teinurin úr Vági til Lopra var gingin saman vid øðrum eftir vegnum. Tað fór illa við iljunum, og eisini bleiv nakað kalt at ganga berur seinasta pettið.

Petur Martin Johannesen kom tó á mál. Í alt tók túrurin tíggju og ein hálvan tíma.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Veðrið og spurnarkappingin Skipsboð
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026
Tey ungu og PISA, vitlíki og heilin
17-09-2026
Visit Responsibly, Newton Føroyar
16-09-2026
Prát og veðrið
16-09-2026
Rúmdarvinna í Føroyum, plátuhúsar
15-09-2026
Prát og veðrið
15-09-2026