Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Í mínum køki kann mann roykja
09-06-2023
Hvat heldur panelið um, at landsstýrið nú fer í hernað í móti royking? Og skilja tey, at ferðafólk gjørdust kløkk, tá ið tey skuldu rinda 500kr í Mykinesi?

Í panelinum eru Beate Emilie Lindenskov Samuelsen og Siri Súsonnudóttir Hansen.

Tær tosaðu um tvey evni, ið hava verið nógv umrøtt í vikuni.

Landsstýrið fer nú í hernað ímóti royking, og ymisk átøk skulu setast í verk. Um hetta evnið, eru tær báðar ósamdar.

Beate heldur, at tað er keðiligt, at mann heldur áfram við, at leggja seg eftir roykjarunum. Tað er eitt persónligt frælsi at roykja, og hevur mann hug, so skal mann sleppa tað uttan at skamma seg.

Siri tekur undir við, at tað er keðiligt, at mann setur tey í bás, men hóast tað sigur hon, at eftirsum tað er skaðiligt, so er tað gott við onkrum átaki.

- Í staðin at tosa um príshækkingar og annað, so burdi mann heldur veitt teimum, ið vilja at leggja av, góða hjálp.

Annað evnið snýr seg um ferðafólkini, sum komu til Mykinesar. Tey gjørdust kløkk, tá ið tey skuldu rinda 500 kr, sum tey ikki vóru upplýst um.

Báðar siga, at tað er sera óheppið, at mann frá degi til dags broytir reglurnar. Men leggja afturat, at tað er vanligt at gjalda, tá ið mann ferðast, men júst hetta málið má betrast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Sjúrður Skaale farin til arbeiðis, elligomul seyðabein
31-03-2026
Veðrið, valprát og sangkapping
27-03-2026
Veðrið og valprát
26-03-2026
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026
Veðrið, røða í Europatinginum, seyðahundakapping
17-03-2026
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026