- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin
Biltúrurin 6: Saman við bóndanum á Kirkjubøgarði at geva seyðinum (1:2)
22-07-2024
Jóannes Patursson koyrir okkum eina ferð frá Velbstastað til Kirkjubøar og út á Bø, har hann hevur fjós. Hann er góður frásøgumaður og gevur okkum innlit í ymisk viðurskifti.
Prátað verður um støðu bóndans og framtið Føroya, eins og søgulig evni verða tikin fram.
Sendingin endar úti á Bø, har búseting var fyrr. Men vit høvdu ov fáar minuttir til alt tað vit vildu, og tí koyra vit í næstu viku ein Biltúr aftrat vestanfyri - frá Bø og heim til Kirkjubøar.
Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.
Seinasti biltúrurin í summar er við Bjarna Nygaard, sum er trivnaðarfólk á Tvøroyri. Hann greiðir frá menningini seinastu árini, eins og tosað verður um søguna og framtíðina.
02-09-2024
Í fyrru sendingini við Maud Matras og Bárður Næs var farið úr Havn til Klaksvíkar. Men mongu søgurnar og ein vitjan á bensinstøð gjørdu, at málið ikki varð rokkið.
26-08-2024
Maud Matras og Bárður Næs verða í bilinum, tá koyrt veður norðureftir at vitja familju í Klaksvík, men góða lagið ger, at henda fyrra sendingin endar í Norðragøtu.
19-08-2024
Biltúrurin hesa ferð er á Sandi, og gestur er Hanna á Reynatúgvu, sum sigur frá sínum heimstað, ið henni longdist aftur til, sama um tunnil varð gjørdur ella ikki.
12-08-2024
Í dag hitta vit bæði seyð og neyt nærhendis gomlu búsetingini á Bø. Men bóndin, Jóannes Patursson, veit eisini at siga frá nógv øðrum forvitnisligum. Seinni partur av frásøgn.
05-08-2024
Jóannes Patursson koyrir okkum eina ferð frá Velbstastað til Kirkjubøar og út á Bø, har hann hevur fjós. Hann er góður frásøgumaður og gevur okkum innlit í ymisk viðurskifti.
22-07-2024
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen greiðir frá barnárum, yrkisroyndum, ítrótti, Havnar býi, og stóru langtanini til Mykines, ið hon framvegis vitjar javnan sum ferðafyriskipari.
15-07-2024
Lærarin og fótbóltsdómarin, Petur Reinert, kemur ein túr saman við okkum í hesi vøkru bygd, her sólsetrið í Djúpunum fær fólk at valfarta til Leirvíkar á sumri.
08-07-2024
Talan er um framhald frá síðstu viku, tá Fríðbjørg J. Poulsen førdi okkum gjøgnum Sumba. Í dag verður koyrt niðan til gamla offurstaðin í Hørg, har Pól F. vaks upp.
01-07-2024
Fríðbjørg Joensen Poulsen fer at greiða frá bygdini í søgu og nútíð, egnum lívsroyndum, og onkrar kendar sagnir verða eisini tiknar fram. Tað er fyrra av tveimum sendingum.
24-06-2024
Fyrsti biltúrurin verður koyrdur við Holgari Jacobsen úr Bø heim til Sørvágs, har hann altíð hevur búð. Náttúran og lívið eru honum ein fragd, men hann kennir eisini til sorg.
17-06-2024
Gestur er Katrin Joensen-Næs, listakvinna, ið sum 23 ára gomul hevur havt tveir viðurkendar filmar frammi. Prátað verður um ungdómin fyrr og nú, Den Danske Filmskole, o.a.
04-09-2023