Svarar fyrispurningi um Sernám í tinginum

Svarar fyrispurningi um Sernám í tinginum
Bárður á Lakjuni, tingmaður, hevur spurt Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, um málmenningartilboð til børn við Down Syndromi
Løgtingið fær møguleikan at skifta orð um tilboð á Sernámi, tá Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni í dag.
 
14.06.2023 - 08:11

Ger Sernám mismun?

Hesum spurningi frá Bárði á Lakjuni, tingmanni, skal landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, svara í dag.

Tingmaðurin spurdi annars í vár landsstýrismannin um ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til børn við Down Syndromi.

Í svarinum tá segði landsstýrismaðurin, at øll foreldur at børnum undir 18 ár við Down syndromi hava fingið - og fáa - hjálp og vegleiðing.

 

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur aftur spurt um Sernám. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta fær spyrjarin ikki at sampakka við tað, sum fleiri mammur alment hava sagt.  Tí fleiri mammur hava sagt, at Sernám ger mun á tilboðnum til børn við Down syndromi.

Hetta heldur spyrjarin vera álvarsamt, og sigur tað stríða beint í móti tí, sum stjórin á Sernámi alment hevur ført fram feiri ferðir, og sum landsstýrismaðurin eisini førdi fram í svarinum upp á §52a fyrispurningin í vár.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, skal svara í tinginum í dag. 

 

Foreldur løgd undir at siga ósatt

Spyrjarin undrast á, at útsagnirnar og veruleikin eru so ymisk, og heldur, at í roynd og veru kann sigast, at við útsagnunum hjá leiðaranum á Sernámi og landsstýrismanninum, verða foreldrini løgd undir at siga ósatt.

Hann spyr tí landsstýrismannin í grein 53 fyrispurningi millum annað, um Sernám ger mismun, um landsstýrismaðurin kann veita trygd fyri, at øll fáa ta hjálp og vegleiðing, tey hava rætt til og tørv á, og um landsstýrismaðurin heldur, at tey foreldur, ið siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp og vegleiðing, siga ósatt?

Tingmaðurin er ikki nøgdur við svarið, hann fekk í vár, og spyr tí umaftur, sum hann kann sambært grein 53 í tingskipanini.

Djóni Nolsøe Joensen skal svara á tingfundinum fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860