Góðan morgun Føroyar

Fosturtøkukjakið er vorðið almennari
14-06-2023
Meðan lóggávan um fosturtøku hevur staðið í stað í fleiri áratíggju, hendir nakað við millum annað sjálvum kjakinum. Tað er vorðið almennari, vísir nýggj, føroysk gransking

Hvussu manerera kvinnur í einum samfelag við avmarkandi fosturtøkulóggávu í broytingartíðum?

Hesum spurninginum og øðrum við hevur Turið Hermannsdóttir, nýklaktur phd í antropologi, arbeitt við seinastu árini.

Á lóggávuøkinum hevur fosturtøka staðið í stað í Føroyum í skjótt 70 ár, men okkurt er kortini hent seinastu árini.

Síðan lóggávan var yvirtikin í 2018, er orðaskiftið vorðið almennari, sosialar rørslur hava tikið seg upp og yvirhøvur verður tosað meira um fosturtøku nú enn fyrr.

 

Reproduktiv manerering

Seinastu árini hevur Turið Hermannsdóttir granskað í støðuni, sum ein kvinna stendur í, tá ið hon óviljað ella óvæntað verður við barn, og teir tankar ella tær tvístøður, sum kunnu koma, tá ið ein fosturtøka kemur upp á tal.

Burtur úr granskingini er komin phd-ritgerðin Reproductive manoeuvring ella Reproduktiv manerering, og mánadagin vardi Turið Hermannsdóttir phd-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Verjan sæst her. 


Mynd: Skíggjamynd frá framløguni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026