Góðan morgun Føroyar

Á ferð í Íslandi - við almannarætti
14-06-2023
Jóhann Mortensen er hugtikin av, hvussu tey í Íslandi hava skipað seg viðvíkjandi atgongd til náttúru og náttúruvernd.

Jóhann Mortensen og konan, Sólja í Ólavsstovu, hava í fleiri umførum ferðast um alt Ísland. Tey hava ferðast til fleiri av teimum meiri avskornu økjunum í Íslandi, har tað er sera náttúruvakurt. Sum dømi kunnu nevnast oyggin Flatey og fuglabergið Látrabjarg.

 

Oyggin Flatey liggur í Breiðafirði. Mynd: Jóhann Mortensen

 

Almannarættur til náttúruna

Jóhann er hugtikin av, hvussu íslendingar hava skipað seg. Í Íslandi kunnu fólk frítt ganga úti í náttúruni, men tó við avmarkingum, sum myndugleikarnir áseta.

Í Íslandi er almannarættur, ið sigur, at øll hava rætt til at ganga úti í náttúruni, men í ávísum viðbreknum økjum, ella har tað lívfrøðiliga margfeldnið skal verjast, hava mynduleikarnir friðað alt økið, ella hava myndugleikarnir sett skelti upp um, at í júst hesum økinum skulu fólk halda seg til gøturnar.

 

Lurta eftir áhugaverdu samrøðuni við Jóhann Mortesen um at ferðast í Íslandi - við almannarætti.

 

Í Íslandi eru skelti sett upp, ið avmarka gongd í økjum, ið mugu verjast. Mynd: Jóhann Mortensen

 

Í Íslandi eru skelti sett upp, ið avmarka gongd í økjum, ið mugu verjast. Mynd: Jóhann Mortensen

 

Látraberg er eitt av heimsins størstu svartfuglabergum. Ongastaðni í heiminum byggir so nógv álka. Bergið er 12 kilometrar langt og upp í 450 metrar høgt. Mynd: Jóhann Mortensen

 

Her ber til at lesa alla ferðafrásøgnina úr Flatey:

 

 

Á Flatey - við almannarætti 

 

Frásøgn frá eini vitjan á Flatoy, har almannarættur til náttúru við avmarkingum er galdandi, men uttan gjald.

 

Eftir Jóhann Mortensen  

Journalisti 

 

Í havsbrúnni hóma vit oyggjar og sker. Morgunin er gráligur, men longur norður, vit koma, blánar hválvið, og ein skyggjandi gul rípa tekur seg upp í havsbrúnni. Ein appilsinlittur viti dagar undan á einum skeri, og tann eina oyggin tykist størri enn aðrar. Eina løtu seinri leggur ferðafólkaskipið Baldur at brúnni. Eini fimti fólk fara í land á Flatoy. Útlendingar og íslendingar. 

Nú skínur sólin, og her er friðsælt. Nøkur fólk standa á brúnni. Smílast. Skulu við Balduri norður til Brjánslæk á Vestfirðum. Í brekkuni eru nakrir flatoyingar. Ein spyr, um vit skulu á gistingarhúsið. Tað er ikki ætlanin. Vit eru bara á dagsferð. 

Oman fyri brúnna er kunningarstovan. Helst eitt gamalt fiskavirki. Inni er ein retro-framsýning. Gamalt innbúgv og gamlir lutir, barr og kaffidiskur, og faldarar um hesa søguligu oynna. Ein serligur hugtakandi hugni. 

  

“...Eingin krevur gjald fyri at vitja Flatoy í Breiðafirði. Og vit kunnu ganga um alla oynna. Í Íslandi er almannarættur til náttúruna...”  

 

Vit ganga ímóti ytstu húsunum og norður um bygdina. Fuglameingið er ófatiligt - stelkur, snjóspurvi, reyðhelsa, óðinshani, erla kongsdóttir, terna, rita, lundi og onnur fuglasløg, vit ikki kenna. Løtan er stórbar. Alt lendið er so grønt, so grønt. Fjøran er stór, og tann nógvi bløðrutarin er gullittur. Í allar ættir síggja vit oyggjar og sker. 

Longur eystur vit ganga, sæst ein størri oyggj skamt úr Flatoy. Har er havn við bátum, sum liggja fyri teym. Vit ganga fram við vælhildnum húsum í alskyns litum. Summi hava árstal og navn - eitt nú Myllustaðir og Strýta. Við eystasta húsið - við Týskaravíkina - stendur ein kona í durunum. Hon eygleiðir eina villdunnu og ungarnar í grasinum. Vit steðga á, til dunnan við ungum er farin yvir um eyrgøtuna. Nærum øll húsini eru frítíðarhús. Nøkur fá dvølja á Flatoy vetrarhálvuna. 

Við Lundaberg liggur lundi útfyri. Fitt av lunda. Og á spíldum situr havhestur. Nú hoyrist sjófuglurin. Ritan á Havney karrar - sum á Kallsvík. Og nógv terna fer á flog og stoytir seg móti okkum. Túrurin eystureftir endar við eitt skelti STOP. Á skeltinum er skrivað: 

   

Friðlýst varpland: Øll umferð stranlega bønnuð frá 15. mai til 15. júli 

 

Náttúruvernd og eigarar hava skrivað undir. Líknandi skelti hava vit sæð í Ný Sælandi og í Danmørk. Men ikki í Føroyum - í náttúru og fuglalandinum - við heimsins minst spiltu náttúru. Var tað ikki skoðsmálið hjá einum tíðarriti?  

Vit steðga á. Njóta frísku luftina, fuglaljómin og friðsæluna. Vit líta yvir eystara enda sum er grønur og slættur. Fuglameingið tykist stórt. Heili 35 fuglasløg byggja á Flatoy.   

Hetta skeltið “friðlýst varpland” ella “friðland” hava vit eisini sæð á íslendska meginlandinum. Myndugleikar eru tilvitaðir um náttúruna og tykjast hava eitt tíðarhóskandi lógarverk. Ikki sum í Føroyum. 

Móti bygdini leggja vit leiðina til kirkjuna. Gestabókin vísir at nógv ferðafólk vitja hana. Skil er í, tí vit skulu skøða okkum í einnýtisskølingar. Altartalvuna hevur spaniumaðurin Baltazar Samper málað. Alt hválvið er eisini prýtt við myndum frá lívi og yrki á oynni. 

Vit hava hvørki sæð fjøll, drangar, jøklar, fossar, breiðar strendur ella gil sum eru gul, appilsinlitt ella hava ymisk grøn litbrigdi. Men henda flata friðsæla oyggin við tí nógva fuglinum hevur lagt nakað virðismikið afturat á ferðini um Ísland. 

 

Flateyarbók við Føroyingasøgu 

Samsøgan fekk okkum at leggja leiðina út á Flatoy. Oyggin hevur serligan týdning í okkara hugaheimi tí Føroyingasøga er í Flatoyarbók. Hon varð goymd á oynni í nøkur hundrað ár. Jón bóndi í Viðidalstungu fekk tveir prestar, Jón Thordarson og Magnus Tórhallsson, at skriva niður søgurnar sum eru í hesi størstu og fagrastu handskrivaðu skinnbókini frá trettandu og fjúrtandu øld. Bókin er 225 pergament bløð ella 450 síður. Eitt ljóstak liggur á lítla gula bókasavninum á Flatoy. Tað er bygt í 1864 og er tað elsta í landinum. Danir fóru avstað við Flateyarbók, men í 1971 handaðu teir íslendingum bókina aftur. 

Uttan fyri kunningarstovuna njóta vit ein kaffimunn meðan vit bíða eftir Balduri. Vit kenna umhvørvið aftur - bátar, oljudunkar, togendar, flutningspallar og menn fáast við ein bátamotor.  

Flatoy hevur hugtikið okkum. Vit eru samd um at vitja oynna aftur. Tá skulu vit gista og lata fuglaljómin vekja okkum. Vit hava vitjað eina oyggj við almannarætt men við avmarkingum, tí fuglurin skal fáa frið í bútíðini. Kanska kunnu vit læra okkurt. 

 

Stykkishólmur - fittligur og vælhildin 

Komin aftur á havnalagið í Stykkishólmi lesa vit eitt skelti uttan fyri eina sølubúð: her fæst besti “fish & chips-verður” á Vesturlandinum. Vit avgera at “eta úti”. Fiskurin er framúr góður. Ísurin í ísbúðini við bryggjukantin smakkar eisini væl.  

Stykkishólmur á norðara armi á Snæfellsnesi er ein sera vælhildin bygd. Við havnina eru endurbygd hús - helst handilshús frá undanfarnu øld í norskum sniði. Umhvørvið er hugnaligt.  

Tjaldingarplássið í Stykkishólmi er  millum tey frægu. Reint - góð lívd og frálíkar umstøður. Golfvøllur og svimjingarhylur við góðum hitapottum eru grannar. 

 

Munur millum lond - 250 krónur fyri onga tænastu 

Komin heimaftur ein fríggjamorgun keypa vit Sosialin. ”Gjalda 250 kr fyri onga tænastu” er yvirskriftin á forsíðuni.  Oda Vilhelmsdóttir Andreassen - ferðavinnuvinnurekandi í Mykinesi -  heldur at tað er ”Ósjarmerandi at taka gjald fyri onga ítøkiliga tænastu”.  

Tey taka 250 krónur fyri at koma í land í Mykinesi: “Hetta er tað, sum útlendsk ferðafólk skulu gjalda fyri at sleppa av lendingini og niðan í bygdina”, skrivar Sosialurin. 

Er lendingin ikki almenn? Er vegurin til bygdina ikki almennur? Eru bygdagøturnar ikki almennar? Hevur nakar rætt at taka pening fyri at sleppa av lendingini og niðan í bygdina og traðka á alfaraveg? Hvør er heimildin at taka pening?  

-Taka flestu føroyingar ikki undir við Odu? Eigur tað at bera til at taka pengar fyri onga tænastu? Nógv ber til her á landi. Men nógv ber heldur ikki til. Eitt nú at loysa avbjóðingar.  

Atgerðarloysi skapar misnøgd - ja, eina ólukksáliga ónøgd í støðum - men vit damla bara víðari og møta skeltum sum: 

 

“NO TRESPASSING: Private area - According to the Faroese legislation, law no 171 of june, 1937, walking on in- and outfield requiers the landowner´s permission. Violation of he law will be reported to the police and can subject you to prosecution and 1000 DKK fine.” 

 

Víst verður til eina 85 ára gamla lóg. Jarðarlógin, Hagalógin, lógin um vøtn og áir og lógin um hegn og mørk eru allar frá 1937-38. Náttúrufriðingarlógin er frá 1970. Vit hava nú fingið lóg um náttúruvernd, men enn vantar lóg um almannarætt til náttúruna, sum flest øll lonnd í Evropa hava. Nú mugu vit taka okkum saman! Tí: “Hetta landið er mítt - hetta landið títt...” 

 

Í Stykkishólmi og Soylugørðum í juni 2022, tillagað í juni 2023 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Sjúrður Skaale farin til arbeiðis, elligomul seyðabein
31-03-2026
Veðrið, valprát og sangkapping
27-03-2026
Veðrið og valprát
26-03-2026
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026
Veðrið, røða í Europatinginum, seyðahundakapping
17-03-2026
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026