- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Jóannes stórtrívist í Fredrikstad
15-06-2023
Seinasta hálva árið hevur Jóannes Bjartalíð havt sín gerandisdag í norskum fótbólti. Hann er væl móttikin og stórtrívist
Í november boðaði Jóannes Bjartalíð frá, at hann skifti barndómsfelagið KÍ út við norska 1. deildarliðið Fredrikstad, og hetta hálva árið hevur Jóannes sostatt havt sín gerandisdag í norska býnum Fredrikstad.
Hann er í Føroyum í hesum døgum, tí leygarkvøldið spælir føroyska A-landsliðið í fótbólti dyst móti Kekkia á Tórsvølli.
Í samrøðuni greiðir Jóannes Bjartalíð frá lívinum sum fótbóltsspælari í Noregi, skiftinum til norskan fótbólt, truplu byrjanina við skaða og hvussu tað er at standa "á egnum beinum" bæði á vøllinum og uttanfyri.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500