Góðan morgun Føroyar

Tað er ikki ein mannarættur ikki at blíva stoyttur
15-06-2023
'Ímillum Sokrates, Jesus og Muhammed: Ein søga um sensur' er heitið á framløgu, sum Heini í Skorini fer at halda í kvøld.

Talan er um bókaframløgu, í samband við at bók hansara 'Kampen om ytringsfriheden', er givin út í Danmark.

Til framløguna fer Heini í Skorini , at tosa um religiónskritikk og satiru bæði søguliga og í dag. Eisini fer hann at vísa fram nógvar satirutekningar bæði fyrr og nú, sum hava elvt til stríð og konfliktir, har bæði kristindómur, jødadómur og islam standa fyri skotum.

Lurta eftir samrøðuni við Heina í Skorini í Góðan Morgun Føroyar. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026