Góðan morgun Føroyar

Vit hava lyndi til at seta fokus á ta neiliga
16-06-2023
Ætlar tú tær at skifta yrkisleið? Ella hevur tú nógv um oyruni? Heini Weihe, sum er lívsmennari, veit um nógvar menniskjaligar støður, vit kunnu stríðast við

Ein lívsmennari hjálpir tær við at røkka málum í lívinum við vegleiðing,amboðum, vitan og leiðmenning.

Vit kunnu kenna okkum strongd, onkuntíð hava vit eina neiliga rødd í høvdinum, og so duga vit ikki altíð at ráðgeva okkum sjálvi, tá ið tørvur er á tí. Tá kann tað vera gott við einum lívsmennara, ið fær hjálpt tær við tí, sum tú ikki helt, at tú fór at megna.

- Tað er rættiliga breitt at vera lívsmennari, tí har er nógv at bata um og hjálpa við, sigur Heini Weihe, ið hevur fingist við hesum síðani 2018.

Hann heldur, at tað er umráðandi, at vit leita okkum hjálp hjá einum lívsmennara, tá ið vit sjálvi ikki duga at síggja, hvat tað er, sum bagir.

- Ein lívsmennari hyggur at tínum gerandisdegi og roynir saman við tær at finna útav, hvat tildømis gevur tær strongd ella ger teg ónøgda/n.

Av tí, at vit menniskju hava lyndi til, at seta fokus á tað neiliga, er tað umráðandi, at fáa tað jaliga fram, og liva við yvirskoti. Hetta er nakað av tí, sum hann hjálpir við.

Heini leggur afturat, at hann heldur, at skúlar og arbeiðspláss áttu at fingist meira við "life coach" økið,  soleiðis at sálarheilsan kann fylgja við, og vit læra tíðliga, hvørji armboð vit skulu nýta, tá ið tosað verður um strongd, forðingar, dreymar í lívinum, veikleikar og virðir.

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026