Góðan morgun Føroyar

Øll bygdin stendur saman um sundalagsstevnu í Hósvík
16-06-2023
Tað er ein fjølbroytt skrá við eitt nú postarenning, sauna, felagssangi, barnarenning, dansi og kappróðri. Sundalagsstevnan fer at minna um góðu, gomlu bygdastevnurnar

Um vikuskiftið er Sundalagsstevna í Hósvík. Tað eru Bygdarfelagið Varðin og Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipa fyri stevnuni.

Bjørn Olsen, næstformaður í bygdarfelagnum, og Magni H. Olsen, nevndarlimur í róðrarfelagnum, ásanna, at tað er eitt stórt tak hjá feløgunum báðum.

Nógv er at fyrireika, men tíbetur vísir tað seg, at hósvíkingar eru fúsir at veira eina hjálpandi hond, siga teir báðir.

Áhugin fyri kappróðrinum í bygdini er ógvuliga stórur í løtuni.

Hósvíkar Róðrarfelag hevur ikki færri enn fimm manningar við hesa ferð, og vónir eru um, at okkurt gott úrslit fer at koma á heimasjógvi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Prát og veðrið
21-10-2026
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026