Fær nú heimild at seta tiltøk í verk

Fær nú heimild at seta tiltøk í verk
Tvey broytingaruppskot frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fullu
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
 
16.06.2023 - 13:57

Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið frá landsstýrinum, um at ikki er neyðugt at fara í løgtingið við tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fær heimild at seta tiltøk í verk við kunngerð.

Við triðju viðgerð var lógin samtykt við 14 atkvøðum fyri og níggju ímóti.

Eitt uppskot um at beina málið aftur í nevnd, fall.

Tvey broytingaruppskot frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fullu eisini.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skutu m.a. upp, at ætlar landsstýrið at seta í verk tiltøk, sum avmarka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella avmarka avtalur um útflutning av fiskavørum og matvørum, skal heimildin útvegast í serstakari løgtingslóg.

Hesi bæði uppskotini fingu níggju atkvøður, 14 atkvøddu ímóti, og tey fullu sostatt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, segði við útvarpið á middegi, at ætlanin er at seta tiltøk móti Russlandi í verk, tá komið er inn í juli mánað, men fyrst verður ráðførsla við uttanlandsnevndina um tiltøkini, sigur Høgni Hoydal. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096