21 skip royna eftir makreli

24.06.2023 - 17:42
Innlendis›Vinna
21 skip royna eftir makreli
Nógvur makrelur at fáa undir Føroyum nú, og tað gevur eisini fitt av arbeiði á landi.
Nógvi makrelurin, sum er at fáa júst nú, hevur alla hesa vikuna givið samanhangandi arbeiði á uppsjóvarvirkinum, Pelagos í Fuglafirði

Nógv skip royna eftir makreli tætt í ein landnyðring úr Føroyum, og fiskiskapurin er góður.

Í morgun visti jn.fo at siga, at 21 skip eru á feltinum, harav tey sjey eru russisk og tey 14 føroysk.

Millum annað verður nógvur makrelur landaður á uppsjóvarvirkinum, Pelagos í Fuglafirði, har tey hava arbeitt samanhangandi alla hesa vikuna.

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, letur væl at og sigur, at tey tilsamans eru eini 60 fólk til arbeiðis júst nú.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026