Urtagarðurin

Úr savninum: Urtagarðurin V (3:6)
13-05-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008

Eiler og Rannvá Royðutoft hava gjørt sær ein øðrvísi urtagarð inni á Strondum, har hagagrót setur ein heilt serligan dám á. Og í staðin fyri gras og plenu hava tey malargrót, flísar og royðugrót. Eva Andersen fer eisini at geva okkum góð ráð um, hvat grønmeti vit skulu seta niður nú og hvussu vit taða. Í Klaksvík man liggja størsti rabarbugarður í landinum. Hans Jacob Joensen ella Hans Jacob hjá Dáva, gjørdi sín fyrsta rabarbugarð fyri 53 árum síðani og øll hesi árini hava hann og konan Anna selt klaksvíkingum rabarbur. Ólavur Wolles hitti Hans Jacob, tá hann hevði havt rabarbugarð í 50 ár. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze, Ragnar C. Joensen og Ólavur Wolles.

Urtagarðurin

Føroysk urtagarðsrøð í fimm umførum frá 2003-2008. Í urtagarðinum verður ferðast kring landið og vitjað urtagarðar og tosað við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur

Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.

- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
12-07-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2007
05-07-2023
- føroysk sending frá 2007
28-06-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
21-06-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
14-06-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2007
07-06-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
04-06-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
24-05-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
17-05-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
13-05-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
03-05-2023
- føroysk urtagarðsrøð frá 2008
19-04-2023