Selja gassolju til skip í Føroyum og uttanlands

Selja gassolju til skip í Føroyum og uttanlands
Nýggja oljufelagið eitur Krafta Energy
Rói Kalsø er stjóri í Krafta Energy.
 
06.07.2023 - 10:41

Duopolið á føroyska oljumarknaðinum verður nú brotið, men bert fyri tey, sum skulu keypa gassolju til skip.

Nýggja oljufelagið eitur Krafta Energy.

Tað eru nøkur av størstu reiðaríunum í Føroyum, sum eiga felagið saman við Róa Kalsø, stjóra, og Leif Hovgaard, sølustjóra. 

 

Leif Hovgaard er sølustjóri í nýggja oljufelagnum. 

 

Tey eru Smyril Line, JFK, Framherji og Farcod, sum er felagið aftan fyri eitt nú Enniberg.

Og tað eru skipini hjá hesum reiðaríunum og onnur við, sum er málbólkurin hjá nýggja oljufelagnum, sigur Rói Kalsø, stjóri.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum:

 

Roi_Kalso


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672