VIDEO: Føroyar lendar í Guernsey

bannari
VIDEO: Føroyar lendar í Guernsey
- Vónirnar eru hampiliga góðar. Tað segði svimjarin Bartal Erlingsson beint eftir, at yvir 100 føroysk ítróttafólk lendu á Guernsey í gjárkvøldið
07.07.2023 - 12:24

Hóskvøldið lendu yvir 100 føroysk ítróttafólk umframt venjarar, ferðaleiðarar og onnur, á ensku kanaloynni Guernsey, sum er vertur fyri Oyggjaleikunum.

Ein av teimum er Bartal Erlingsson, sum skal kappast í svimjing. Føroysku svimjararnir hava ofta vunnið nógv heiðursmerki, men hesa ferð er verri at spáa um, hvussu teir fara at standa seg.

 - Vónirnar eru hampiligar, segði Bartal Erlingsson.

Vónirnar vóru góðar til systrina, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum vann fleiri heiðursmerki í Gibraltar í 2019, men skaði og skurðviðgerð gjørdu, at hon mátti geva avboð. 

 - Men í bringusvimjing hava vit Róland (Toftum, red.), og hann er væl fyri, segði Bartal Erlingsson úr Havnar Svimjifelag.

Tilsamans 10 svimjarar umboða Føroyar á Guernsey. Leygardagin er setan á skránni, og sunnudagin byrja kappingarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846