VIDEO: Litrík Oyggjaleikasetan í Guernsey

bannari
VIDEO: Litrík Oyggjaleikasetan í Guernsey
Peter Hentze Niclasen var flaggberi og Líggjas Joensen tók sær av føroyska vatninum, tá sera nógv fólk vóru møtt til litfagra setan í St. Peter Port í Guernsey
08.07.2023 - 23:29

Peter Hentze Niclasen bar Merkið og Líggjas Joensen føroyska vatni, og báðir gjørdu arbeiðið til lítar, tá Oyggjaleikirnir vórðu settir í Guernsey leygarkvøldið.

Umleið 2500 ítróttafólk úr 24 oyggjum tóku sær av formalitetunum, áðrenn tey marsjeraðu eftir vegnum fram við sjóvarmálanum í St. Peter Port, høvuðsstaðnum á kanaloynni.

Sera nógv fólk var møtt til hátíðarhaldið og lagið var gott á bæði áskoðarum og ítróttafólki. 

Í morgin byrja kappingarnar, og føroysku ítróttafólkini skulu millum annað royna seg í skjóting, borðtennis, triatlon og frælsum ítrótti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846