Føroyskt met og silvur í trístøkk

bannari
Føroyskt met og silvur í trístøkk
Bára Jógvansdóttir Glerfoss vann Føroyum fyrsta heiðursmerki í frælsum ítrótti, tá hon setti nýtt føroyskt met og vann silvur í trístøkki á fyrsta kappingardegi í Guernsey
09.07.2023 - 20:05

Føroyar fingu eitt heiðursmerki í frælsum ítrótti á fyrsta kappingardegnum á Oyggjaleikum.

Tað syrgdi Bára Jógvansdóttir Glerfoss fyri, tá hon setti nýtt føroyskt met og vann silvur í trístøkk við einum lopi upp á 10.97.

Hon endaði bert fýra sentimetrar aftanfyri vinnaran, Lucy Woodward, úr Jersey.

Fleiri innleiðandi kappingar vóru á Footes Lane-leikvøllinum, har nógv fólk var komið at hyggja. Tað gekk sum heild væl, og fleiri runnu seg víðari.

Í morgin skulu Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø renna finalu á 400 metrum, og tað skulu Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim eisini. Sunniva Bogadóttir skal kappast í spjótkasti, og Eiri J Glerfoss skal renna 100 metur hálvfinalu - og finalu, um tað gongur væl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558