Fløtt-beiggjarnir ónøgdir við bronsuna

bannari
Fløtt-beiggjarnir ónøgdir við bronsuna
Tórur og Jóhann Fløtt endaðu á triðja plássi í liðkappingini í skeet, men teir vóru ikki nøgdir. Serliga eldri beiggin iðraði seg um egið avrik
09.07.2023 - 23:20

Tórur og Jóhann Fløtt skutu seg til bronsuheiðursmerki í liðkappingini í skeet, men tað vóru teir ikki nøgdir við.

Serliga eldri beiggin, Tórur, iðraði seg um egið avrik. Hann skeyt væl undir vanligt stig, og tí fingu føroyingarnir ikki kappast um fremsta plássið, sum teir annars hava vunnið síðan 2013.

 - Um so fleiri kýr komu sendandi, hevði eg ikki rakt eina av teimum, segði Tórur Fløtt eftir kappingina. Hinvegin rósti hann beiggjanum, sum er við á Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. 

 - Hevði eg skotið líka væl sum hann, so høvdu vit helst kappast um fyrsta plássið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391