Bronsu eftir stóran spenning

bannari
Bronsu eftir stóran spenning
Finn Ludvig og Jón Jacobsen skutu Føroyar til eitt triðja pláss í liðkappingini í trap
09.07.2023 - 22:25

Føroysku skjúttarnir hava vunnið aðru bronsuna á fyrsta kappingardegi á Oyggjaleikum. 

Tað var ein ógvuliga spennandi liðkapping í trap, har tað sjálvt eftir síðsta skot var ivasamt hvør hevði vunnið. Føroyar vóru bara tvey skot frá gullinum. Isles of Man vann við 164, Sark fekk 163 og Føroyar, Guernsey og Menorka 162. Umdystur skuldi tí til at avgera, hvør á triðja plássi skuldi upp á sigurspallin eftir bronsuni. 

Skjúttarnir hjá Føroyum vóru væl nøgdir við avrikið. Hoyr teir greiða frá omanfyri. 

Fyrr í dag vunnu brøðurnir Tórur og Jóhann Fløtt bronsu í liðkappingini í skeet.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037