Kurvabóltskvinnurnar spældu sín fyrsta landsdyst

bannari
Kurvabóltskvinnurnar spældu sín fyrsta landsdyst
- Vit fingu at vita, at vit skuldu njóta hetta her, og tað haldi eg, at vit gjørdu. Tað segði Anna Maria Sloan eftir søguliga dystin, sum tó endaði við greiðum tapi
10.07.2023 - 13:11

Føroysk kurvabóltssøga varð skrivað fyrrapartin, tá landsliðið við kvinnum spældi sín fyrsta dyst á Oyggjaleikunum og yvirhøvur.

Sjálvur dysturin endaði við greiðum tapi. Isle of Man var munandi sterkari, og vunnu dystin 45-19.

Hetta legði Anna Maria Sloan kortini ikki so nógv í. Hon fegnaðist heldur um, at føroysku kvinnurnar høvdu fingið sín fyrsta dyst.

 - Hetta var ein fantastisk uppliving. Vit fingu at vita, at vit skuldu njóta hetta, og tað haldi eg, at vit gjørdu, segði Anna Maria Sloan.

 - Vit hava verið ræðuliga nervøsar - mest spentar - og hetta var fantastiskt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115