Regnaði við steinum yvir barnagarð

Regnaði við steinum yvir barnagarð
Brádliga regnaði tað við smásteinum inn yvir dagstovnin á Hamrinum á Argjum fyrrapartin. Orsøkin var eitt spreingióhapp
11.07.2023 - 19:52

Byggifyritøkan RTS Contractors í Runavík stendur fyri arbeiðinum at gera vegin á Hamrinum og at gera grundøki klárt til at útbyggja barnagarðin.

Í morgun vóru tey farin í gongd við at brekka ein kneysta burtur, og tað vísti seg, at har var spreingievni í, sum heilt óvæntað sprongdist.

Vanliga hevur Sóley Samuelsen gott samstarv við byggifyritøkuna. Hon fær ALTÍÐ ávaring við SMS-boðum í góðari tíð, áðrenn ætlanin er at sprongja. 

Men í morgun komu eingi SMS-boð, tí ætlanin var ikki at sprongja.

Byggiplássið er beint sunnan fyri barnagarðin, men higartil hava bæði leiðarin og starvsfólk kent seg trygg við støðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891