Silvur og bronsa til Fløtt-brøðurnar

bannari
Silvur og bronsa til Fløtt-brøðurnar
Tórur og Jóhann Fløtt skutu seg báðir í finaluna í skeet fyri einstaklingar í dag. Kappingin um annað og triðja plássið kom at standa millum teir báðar
Jóhann og Tórur
11.07.2023 - 16:50

Millum teir seks finalistarnar, sum høvdu vunnið seg í finaluna í einstaklingakappingini í skeet í dag, vóru tveir føroyskir skjúttar.

Finalan varð skipað á tann hátt, at tað vóru fimm umfør og fyri hvørt umfar reyk tann við fæst stigum úr. 26 og 21 ára gomlu beiggjarnir av Eiði, Tórur og Jóhann Fløtt, skutu seg báðir til heiðursmerkjaumfarið. Tað gjørdist rættiliga javnt teirra millum, men yngri beiggin misti nøkur skot ímóti endanum av næstsíðstu rundu, ímeðan eldri beiggin var skottryggur og vann seg framum.

Í síðstu rundu stóð kappingin millum Tór og ein skjútta úr Goso, men hóast skjúttin úr Føroyum onga dúgvu misti, hevði hin oyggjabúgvin fleiri stig frá undanfarnu umførunum, sum avgjørdi metallið og Tórur mátti taka til takkar við silvurinum.

Kúllaligu brøðurnir vóru væl nøgdir.

Seint seinnapartin varð triðja heiðursmerkið vunnið, tá Finn Ludvig skjeyt seg til silvur í trap.

Føroysku skjúttarnir hava vunnið trý silvur og tvær bronsur higartil. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025