KÍ basti ungarsku meistarunum

KÍ basti ungarsku meistarunum
Við einum sannførandi 3-0 sigri á útivølli móti Ferancvaros spældi KÍ seg í dag víðari í kappingini um at náa Champions League-endaspælinum
Árni Frederikseberg var dagsins maður hjá KÍ, tá ið hann skeyt tvey mál í 3-0 sigrinum hjá KÍ á Ferancvaros á útivølli
Mynd: MTI/Illyés Tibor  
 
19.07.2023 - 19:09

KÍ hevur í dag framt størsta føroyska avrikið nakrantíð í evropeiskari kapping fyri lið. 

Hetta hendi, tá ið KÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur á ungarska meistaraliðnum Ferancvaros á útivølli í Groupama Aréna í Budapest. 

KÍ avgjørdi alt í fyrra hálvleiki, tá ið fyrst Árni Frederiksberg legði KÍ á odda við brotssparki, tá ið bert átta minuttir vóru leiktir. 

Árni Frederikseberg stóð eisini fyri 2-0 málinum, tá ið 32 minuttir vóru leiktir, tá ið hann hann setti bóltin í netið eftir eina góða fríspæling frá Deni Pavlovic. 

Og í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, megnaði Ferancvaros-málverjin ikki at halda einum skoti frá Luc Kassi, og so var 3-0.

KÍ-leikararnir vardu manniliga í seinna hálvleiki, og sigurin var ongantíð í vanda. 

KÍ skal nú spæla móti svenska liðnum Häcken úr Gøtuborg í øðrum umfari í Champions League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815