Meiri toskur á Flemish Cap næsta ár

Meiri toskur á Flemish Cap næsta ár
Føroyska toskakvotan verður 100 tons størri enn í ár, men heildarveiðan av rækjum á Grand Bank minkar niður í helvt
Toskakvotan á Flemish Cap bjargaði línuflotanum í ár. Næsta ár verður toskakvotan 100 tons størri
 
28.09.2013 - 11:53

Føroyingar sleppa eisini at fiska tosk á Flemish Cap næsta ár. Kvotan er 3.246 tons, 100 tons meira enn í ár.

Tað varð samtykt á ársfundinum hjá NAFO, sum viðger fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin var í Halifax í Kanada. Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í ár, og øll kvotan varð fiskað. Fyri ársfundin mæltu fleiri limalond og vísindaliga ráðgevingin til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera á Grand Bank næsta ár, tí stovnurin verður mettur at vera illa fyri. 

Rækjuveiðan niður í helvt

Tað eydnaðist tó føroysku sendinevndini í tøttum samstarvi við onnur limalond at tryggja føroysk áhugamál. Og rækjufiskiskapurin á Grand Bank heldur fram. Samtykt varð kortini at minka heildarveiðina niður í helvtina av tí, hon er í ár, tí stovnurin minkar skjótt. Heildarkvotan verður 4.300 tons. Føroyska kvotan er góð 10 prosent, sløk 430 tons í 2014.

Heldur ikki næsta ár verður loyvt at fiska rækjur á Flemish Cap. Har hevur verið forboðið at fiska rækjur síðani 2011. Harafturat eiga føroyingar 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO-økinum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804