- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnilutaeigarar hava keypt Norriq

Íløgufelagið frá 5. oktober 2012 hevur keypt KT-fyritøkuna Norriq. Keypsprísurin er millum 50 og 60 milliónir krónur. Tað eru minnilutaeigararnir - saman við fyrrverandi stjóranum, Bo Martinsen, ið hava keypt fyritøkuna.

Nýggju eigararnir eru spf. Enniberg v/ Mortani Johannesen, spf. Holm, GTM-Holding, Reiðaríið Ruth v/ Gullaki Madsen, og fyrrverandi stjórin, Bo Martinsen.

Ein av keyparunum, sum enn vil vera ónevndur, sigur við Útvarpið, at nýggja felagið fer at reka Norriq víðari, og hann leggur dent á, at tey ikki høvdu keypt fyritøkuna uttan so, at tey hava vónir um at fáa tað at bera seg.

Gomlu eigararnir mistu nógvan pening

Føroya Tele átti umleið 40 prosent av Norriq. TF-Holding samtakið átti somuleiðis umleið 40 prosent, og Framtak átti umleið átta prosent. Aðrir føroyskir íleggjarar áttu 12 prosent av fyritøkuni.

Eigararnir hava í fleiri umførum verið noyddir at seta fleiri pengar í felagið, og út frá hesum ber til at staðfesta, at samlaða tapið verður áleið 200 milliónir krónur. 175 fólk starvast hjá Norriq í løtuni.

Klaus Rasmussen er nevndarformaður og Bo Martinsen stjóri í Íløgufelagnum frá 5. oktober 2012, sum hevur keypt Norriq.