Ólavsøkuskráin tøk á serligari síðu

Ólavsøkuskráin tøk á serligari síðu
Nógv tiltøk eru aftur í ár á skránni á ólavsøku, og nú er skráin tøk
Størsti spenningurin til ólavsøkuna í ár tykist vera, hvussu stóru tiltøkini á Tinghúsvøllinum og Vaglinum fara at rigga, nú nýggja Havnará er latin upp
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
26.07.2023 - 09:14

Fyri nógv, so snýr ólavsøkan seg mest av øllum um at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og miðbýnum annars og hitta fólk. At støkkan inn til familju ella vinfólk at fáa sær ein bita og okkurt leskiligt afturvið. 

Men ólavsøkan er eisini á tremur við tiltøkum av alskyns slagi. 

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina serliga síðu, har øll kunning um ólavsøkuna kann finnast, eitt nú um skrá, felagssang, samferðslu og annað. 

>>Her er skáin fyri ólavsøkuna 2023

 

Vaglið broytt

Størsti spenningurin til ólavsøkuna í ár tykist vera, hvussu stóru tiltøkini á Vaglinum og Tinghúsvøllinum fara at rigga, nú nýggja Havnará er latin upp alment. 

Her verður serliga hugsað um skrúðgonguna og setanin ólavsøkuaftan, og skrúðgonguna, kórsangin og midnáttarsangin ólavsøkudag. 

Givið er, at nýggja Havnará hevur tikið nakað av Vaglinum og plássinum framvið Tinghúsvøllinum. 

Hinvegin eru Vaglið og Tinghúsvøllurin vorðin munandi prýðiligari, og fólk tykjast veruliga at hava tikið nýggju Havnará til sín. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290