Ein vanlukka fyri Føroyar, um Golfstreymurin hvørvur

26.07.2023 - 13:35
Innlendis›Umhvørvi
Ein vanlukka fyri Føroyar, um Golfstreymurin hvørvur
Hvørvur Golfstreymurin, so verða Føroyar hart raktar, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur

Ein nýggj kanning, sum danskir veðurlagsserfrøðingar hava gjørt, vísir, at sannlíkindini fyri, at streymarnir - teirra millum Golfstreymurin - fara at hvørva, eru nógv størri enn áður hildið.

Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur, at Føroyar verða hart raktar, um Golfstreymurin hvørvur.

"Alt veðurlagið hjá okkum, og tað, sum livir í okkara øki, er treytað av hesum heita streyminum, sum fer framvið Føroyum," sigur Bogi Hansen.

 

Gerst kaldari í Føroyum

Tað eru gjørdar mátingar av ymsum greinum av streyminum við Føroyar í meira enn 25 ár.

Tað sæst ikki, at streymurin er viknaður, men aðrar broytingar eru sæddar, millum annað er sjógvurin hitnaður.

Bogi Hansen vísir á, at um heiti streymurin hvørvur, so fer tað at gerast kaldari við Føroyar.

Sambært donsku kanningini kunnu streymarnir byrja at minka so skjótt sum um tvey ár, men mest sannlíkt um 34-37 ár.

Havfrøðingurin heldur, at ilt er at seta nágreiniligt áramál á, nær tað man fara at henda.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154