Grind gjørt landgongd: Sorg í Avstralia

Grind gjørt landgongd: Sorg í Avstralia
Í Avstralia verður arbeitt av øllum alvi at bjarga nøkrum grindahvalum, ið hava gjørt landgongd á avstralsku vesturstrondini
Stríðst verður av øllum alvi at bjarga nøkrum grindahvalum, ið hava gjørt landgongd á avstralsku vesturstrondini
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.07.2023 - 15:36

Í Føroyum er tað ein fagnaðardagur, um ein grind ger landgongd og kann haldast til. Tað fyllir kaggarnar, so fólk fáa grind til matna. 

Í Avstralia er ein tað hinvegin ein sorgarleikur, um ein grind ger landgongd.

Huglagið minnir mest av øllum um eitt deyðsfall í familjuni. 

Tað er í øllum førum kenslan, ið mann fær, nú 97 grindahvalir hava gjørt landgongd á Cheynes strondini á avstralsku vesturstrondini. 

51 av hvalunum hava longu lagt beinini, men enn stríðast fólk við at fáa restina av hvalunum aftur til havs. 

Fjølmiðlar í Avstralia, eitt nú ABC News, siga frá hendingini. 

Granskarar hava undrað seg yvir atferðina hjá grindini, áðrenn hon gjørdi landgongd. 

Hvalirnir lógu sera tætt saman, nærmast oman á hvørjum øðrum, áðrenn grindin tók dik á seg.

Hóast vit føroyingar kenna hetta væl undir grindarakstri, so undrar hetta granskarar. 

Tí verður nógv gjørt fyri at finna út av, hví grindini gjørdi landgongd.

Bleiv grindin jakstrað av bóghvítuhvalum? Er sjúka orsøkin til landgongdina? 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928