Pro Vita fegnast um, at óføddu børnini vórðu nevnd í prædikuni

30.07.2023 - 14:27
Innlendis
Pro Vita fegnast um, at óføddu børnini vórðu nevnd í prædikuni
Pro vita fegnast um, at Ovi Brim nevndi tey óføddu børnini í ólavsøkuprædikuni til gudsstænastuna ólavsøkudag, áðrenn løgtingið varð sett

Ólavsøkuprædikan var hildin í gjár í Havnar Kirkju, áðrenn Løgtingið varð sett.  Tað var Ovi Brim prestur, ið helt árligu ólavsøkuprædikuna. Serliga ein setningur hevur fingið felagsskapin at fegnast, og tað var hesin:

"Ver hjá teimum gomlu, miðaldrandi og ungu við. Ver hjá børnunum, eisini teimum í móðurlívi".

Rutt Norðgerð, forkvinna í Pro Vita, heldur, at tað er gleðiligt, at Ovi Brim, prestur, nevnir børnini í móðirlívi í prædikuni.

Í síðsta mána segði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, at fosturtøkulógin skal dagførast, men hevur ikki sagt nærri, júst hvussu. Í valstríðnum legði hann dent á, at lógin skal vera soleiðis, at rætturin hjá kvinnuni skal tryggjast. Tískil heldur Rutt Norðgerð, forkvinna í Provita, at tað helst ikki er tilvildarligt, at Ovi Brim, prestur, nevnir tey óføddu børnini í prædikuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873