Vænta meir skatt í Havn

Vænta meir skatt í Havn
Skuldin hjá Tórshavnar kommunu er 130 milliónir kr.
 
30.09.2013 - 12:02

Býráðið í Havn væntar at fáa 13 milliónir krónur meira í skatti næsta ár enn í ár.

Í fíggjarætlanini fyri 2014, sum nú er til viðgerðar í býráðsnevndunum, er roknað við 646,7 milliónum í skatti og avgjøldum.

Býráðið væntar at fáa 18 mió. kr. í partafelagsskatti, tað sama sum í ár, og 10 milliónir í avgjaldi av kapitaleftirlønum, sum eru tvær milliónir meira enn í ár.

Skattaprosentið næsta ár verður tað sama sum í ár, 20,25.

Skuldin hjá Tórshavnar kommunu er góðar 130 mió. kr.

Ætlanin er ikki at læna pengar næsta ár.

Knappliga 18 milliónir í avdráttum verða umfíggjaðar næsta ár. Kommunan skal rinda góðar tíggju milliónir í rentum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454