- Tíðindi, mentan og ítróttur
AFTURLIT: Ólavsøkuróður í 100 ár
Róð hevði kortini verið kapp á ólavsøku fyri 1924.
Rasmus Effersøe var ein undangongumaður longu fyri aldamótið. Nakrar hissini royndir vórðu gjørdar, fyrst í 1887, síðani aftur í 1891 og 1893.
So kom stígur í, men í 1918 tekur Andrea Árting táttin upp aftur, men árið eftir er eingin ólavsøkuróður.
So koma vit til 1924. Nú fæst reglulig gongd á. Og kanska ber til at siga, at danir bjargaðu okkum tjóðarítróttin.
Í 1924 var nýggj lóg gjørd fyri løgtingið. Síðan 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið fastir løgtingslimir og amtmaðurin løgtingsformaður. Við nýggju lógini mistu teir sínar sessir. Løgtingið skuldi nú sjálvt velja sín formann.
Tað mundi fáa donsku stjórnina at senda Carl Moltke, greiva til Føroyar at tala á tingi ólavsøkudag.
Stórt fylgi kom við greivanum, sum júst hevði tikið við sum uttanríkisráðharri í fyrstu stjórnini hjá Stauning.
Moltke læt steyp til fótbóltsdyst millum HB og danskar marinarar á hesi ólavsøku, og tá ið hann frætti, at striltið gekst at fáa menn at rógva kapp, var hann skjótur at lata eitt ferðastep - hitt fyrsta greivasteypið - til føroyingar at kapprógva um í 10. mannaførum.
Hetta tykist at hava gjørt mun.
Greivasteypið eggjaði monnum at rógva á hvørjari ólavsøku í 10. mannaførum. Og tað er einans í 10. mannaførum, at róð hevur verið á hvørjari ólavsøku hesi hundrað árini síðani 1924. Okkurt av fyrstu árunum róðu bara 10. mannafør.
Í ár var so róð á hundranda sinni í eitt koyr við 10. mannaførum á ólavsøku. Og í ár eru eisini hálvthundrað ár liðin síðan farið var at rógva núverandi teinin innanfyri Molan. Tað byrjaði í 1974.
Niðanfyri sæst hvør hevur vunnið 10. mannafarsróðurin á ólavsøku øll árini síðani 1924. Til stuttleikar kann nevnast, at tann báturin, sum nólsoyingar róðu og vunnu í á ólavsøkuni í 1924, er til enn og stendur í varðveitslu á Fornminnissavninum.
Serliga manningingin á Havnarbátinum, sum sæst á myndini, man hava vunnið lutfalsliga mest hjá 10. mannaførum á ólavsøku - átta ferðir á rað í 70-unum. Á myndini sæst Havnarbáturin á ólavsøku 1977.
Stýrimaður Heðin Mortensen. Á lærbekki bakborðsmegin (vinstrumegin á myndini) Karl Olivur Bærentsen og Klæmint Ludvig (stýriborðsmegin). Og soleiðis frameftir: Mass Hansen og Hans Andreas Djurhuus. Lutherus Hansen og Børge B. Hansen. Niels Nielsen og Hannis Joensen. Og á toftini Hans Petur Joensen og Niels Jacob Klein.
Ólavsøkukappróður í 100 ár (1924 - 2023)
Vinnarar 10. mannafør
1924 Nólsoyingur 1925 Alfrida (Hest) 1926 Alfrida (Hest) 1927 Vestmenningur 1928 Vestmenningur 1929 Vestmenningur 1930 Grækarisbátur (Havn) 1931 Vestmenningur 1932 Vestmenningur 1933 Vestmenningur 1934 Suðuroyingur 1935 Vestmenningur 1936 Vestmenningur 1937 Havnarbáturin 1938 Havnarbáturin 1939 Vestmenningur 1940 Klaksvíkingur 1941 Vestmenningur 1942 Suðuroyingur (kvívíkingar) 1943 Suðuroyingur (kvívíkingar) 1944 Vestmenningur 1945 Vestmenningur 1946 Suðuroyingur 1947 Suðuroyingur 1948 Suðuroyingur 1949 Klaksvíkingur 1950 Havnarbáturin 1951 Havnarbáturin 1952 Havnarbáturin 1953 Vestmenningur 1954 Suðuroyingur 1955 Vágbingur 1956 Studenturin (Havn) |
1957 Sumbingur 1958 Sumbingur 1959 Vestmenningur 1960 Sumbingur 1961 Havnarbáturin 1962 Suðuroyingur 1963 Suðuroyingur 1964 Sumbingur 1965 Sumbingur 1966 Eysturoyingur 1967 Havnarbáturin 1968 Havnarbáturin 1969 Sumbingur 1970 Skálabáturin 1971 Havnarbáturin 1972 Havnarbáturin 1973 Havnarbáturin 1974 Havnarbáturin 1975 Havnarbáturin 1976 Havnarbáturin 1977 Havnarbáturin 1978 Havnarbáturin 1979 Nólsoyingur 1980 Havnarbáturin 1981 Tvørábáturin 1982 Havnarbáturin 1983 Nólsoyingur 1984 Vestmenningur 1985 Nólsoyingur 1986 Nólsoyingur 1987 Vestmenningur 1988 Eysturoyingur 1989 Nólsoyingur |
1990 Havnarbáturin 1991 Skálabáturin 1992 Skálabáturin 1993 Skálabáturin 1994 Skálabáturin 1995 Skálabáturin 1996 Havnarbáturin 1997 Vestmenningur 1998 Eysturoyingur 1999 Eysturoyingur 2000 Vestmenningur 2001 Havnarbáturin 2002 Vestmenningur 2003 Nólsoyingur 2004 Havnarbáturin 2005 Eysturoyingur 2006 Klaksvíkingur 2007 Eysturoyingur 2008 Havnarbáturin 2009 Klaksvíkingur 2010 Vestmenningur 2011 Klaksvíkingur 2012 Klaksvíkingur 2013 Klaksvíkingur 2014 Drekin Reyði 2015 Klaksvíkingur 2016 Ormurin Langi 2017 Klaksvíkingur 2018 Ormurin Langi 2019 Ormurin Langi 2020 Ormurin Langi 2021 Klaksvíkingur 2022 Klaksvíkingur 2023 Klaksvíkingur |
Vunnið tilsamans Havnarbáturin 23 Vestmenningur 20 Klaksvíkingur 12 Suðuroyingur 9 Nólsoyingur 7 Skálabáturin 6 Eysturoyingur 6 Sumbingur 6 Ormurin Langi 4 Alfrida 2 Drekin Reyði 1 Vágbingur 1 Tvørábáturin 1 Studenturin 1 Grækarisbátur 1 |
Keldur:
"Drekin" - ein róðrarsøga (Niels Juel Arge)
stavnur.fo