KÍ spældi seg uppiborið víðari í Champions League

KÍ spældi seg uppiborið víðari í Champions League
Árni Frederiksberg var dagsins maður, tá KÍ varpaði svenska meistaraliðið BK Häcken úr Champions League
Jákup B. Andreassen, KÍ-liðskipari, og restina av KÍ-liðnum, tá sigurin, bragdið og sensatión eru veruleiki
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.08.2023 - 21:08

Ein sensatión. 

Jú, tað kann mann siga. Men í royndu og veru, so er tað fult uppiborið, at tað er KÍ, og ikki BK Häcken, ið sleppur víðari í Champions League-kappingini. 

Yvir báðar dystirnar, so var KÍ tað liðið, ið hevði teir bestu málmøguleikarnar, hóast tað var BK Häcken, ið hevði bóltin mest. 

Men, sum enska felagið Leicester prógvaði fyri nøkrum árum síðani, so er tað yvirhøvur ikki neyðugt at hava bóltin, fyri at vinna dystir og eitt meistarheiti móti væl størri og á pappírinum sterkari liðum. 

Tað eru nógvir mátar at vinna fótbóltsdystir, og KÍ spældir í løtuni á einum støði, ið vit ikki hava sæð áður í føroyskum liðfótbólti.

Lítil og eingin munur var á føroyska og svenska meistaraliðunum. Ja, lítil og eingin munur var heldur ikki á føroyska og ungarska meistaraliðunum herfyri. 

Jú, har var ein munur. Viljin.

KÍ, og serliga Árni Frederiksberg, noktaði at yvirgeva seg, hóast liðið tvær ferðir var aftanfyri. 

3-3 endaði dysturin, og Árni Frederiksberg skoraði øll málini - eitt reint hat trick - hildu øll, áðrenn UEFA valdi at taka síðsta málið frá honum og koyra meira salt í opna svenska sárið.

Sambært UEFA var tað annars stórspælandi Peter Abrahamsson í BK Häcken málinum, sum hevði gjørt sjálvmál.   

Uttan mun til tað, so skal Árni á landsliðið, og hann skal byrja inni. Hann kann sjálvur sleppa at avgerða, hvar hann vil spæla á vøllinum.

Sum Árni Frederiksberg spældi í kvøld, so gevur einki annað meining. 

Alt endaði við brotssparkskapping, og tá tað kom til stykkis, so vóru KÍ-leikararnir kaldari enn BK Häcken-leikararnir. 

Tað vóru at enda langin sviin í KÍ-málinum, Jonathan Johansson, og krútsterki norski miðverjin, Vegard Forren, sum avgjørdu brotssparkskappingina. 

Tann fyrri bjargaði síðsta brotssparkinum hjá BK Häcken, meðan tann seinni skoraði tað avgerandi brotssparkið fyri KÍ. 

Men KÍ-leikararnir áttu at havt avgjørt dystin í bæði vanligu og longdu leiktíðini, tí KÍ hevði aftur í kvøld nógv teir bestu málmøguleikarnar. 

Tað var stong út ella á tvørtræið og niður á strikuna fyri KÍ, og í báðum førumum var tað ótrúliga væl leikandi Luc Kassi, sum var nærvið og næstan. 

Skít verið við tí.

KÍ stendur bæði eftir sum vinnari og á gáttini til lovaða fótbóltslandið Champions League, og tað er í roynd og veru ein risa sensatión. 

Uttan mun til, hvat hendir víðari, so hevur KÍ sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð tryggja sær luttøku í bólkaspælinum í einar evropiskari liðkapping.

Fyribils er tað í Conference League-bólkaspælinum, men í Klaksvík droyma tey óiva um at sleppa í bólkaspælið í Europa League ella Champions League. Og hví ikki tað. 

Nú skal KÍ spæla móti norsku meistaraliðnum Molde.

Hvør sigur, at tað ikki ber til at vinna á Molde, tá tú hevur vunnið á Ferencvaros og BK Häcken?

 

Champions League 2. umfar,
Bravida Arena, mikudagin 
Seinni dysturin

BK Häcken - KÍ (6-7) eftir brotssparkskapping 
(3-3) eftir longda leiktíð

17' Árni Frederiksberg 0-1
24' Tobias Sana 1-1 
49' Amor Layouni 1-2
55' Árni Frederiksberg 2-2
105 (+1)' Ibrahim Sadiq 3-2
109' Peter Abrahamsson (sjálvmál) 3-3

Brotssparkskapping: 
4-3: E. Hovland
4-4: Árni Frederiksberg
5-4: A. Layouni
5-5: Jákup Biskopstø Andreasen
6-5: S. Gustafson
6-6: Patrick da Silva
M. Rygaard brennur
Sivert Gussiås brennur
S. Sandberg brennur (Jonathan Johanson bjargar)
7-6: Vegard Forrenn skorar 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. november
Við Tórði á túri í Koltri (3:3)
183428
Mánadag 11. november
Norðurljóð: Oddur Joensen um SunnGiFU
183240
Mánadag 11. november
Góðan morgun Føroyar
183404
Mánadag 11. november
Morgunlestur mánadagur 11. november 2024
183330
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337