Grønur bilastuðul fyri 110 milliónir

Grønur bilastuðul fyri 110 milliónir
Landskassin rindar nógv fyri at fólk skulu skifta bensin- og dieselbilarnar út við grønar bilar. Men ávirkanin á samlaða útlátið er tó sera lítil.
07.08.2023 - 19:29

Skrásetingargjaldið á bilar var áður ein stór og trygg inntøkukelda hjá landskassanum. Í 2018 og 2019 fekk landskassain útvið 180 milliónir í inntøku á henda hátt. Men tá landsstýrið vildi stuðla fólki at skifta bensin- ella dieselbilin út við ein sonevndan "grønan" bil - tað veri seg el, hybrid ella plugin-hybrid, so byrjaðu hesar inntøkur at fjara í landskassanum. Fyri fyrstu ferð í 10 ár fóru inntøkurnar frá skrásetingargjaldinum niður um 100 milliónir krónur í fjør. Umframt lægri skrásetingargjald, so fáa fólk eisini part av meirvirðisgjaldinum endurrindað úr landskassanum, tá tey keypa ein "grønan" bil. Í fjør rindaði Taks fólki meira enn 32 milliónir krónur aftur í meirvirðisgjaldi fyri el-, hybrid og plugin-hybrid bilar. Seta vit hesi tølini saman - skrásetingargjald og mvg-afturbering - so kostaði politiska málið um "grønar" bilar á føroysku vegunum landskassanum 110 milliónir krónur, bara í fjør.

Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári eina frágreiðing um útlátið hjá føroyska samfelagnum. Hesar staðfesta, at at umleið 10 prosent av samlaða útlátinum kemur frá akførum. Akførini á føroysku vegunum brendu útvið 35.000 tons av olju og bensini í fjør. Tað eru 1250 tons minni enn árið fyri. Men hóast tað er ein minking, so munar hon tó lítið í samlaðu myndini. Í mun til samlaða útlátið hjá føroyska samfelagnum er minkingin sera lítil. Sambært nýggjastu frágreiðingini hjá Umhvørvisstovuni vóru "grønu" akførini við til at minka samlaða útlátið hjá føroyska samfelagnum 0,3 prosent í fjør.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ásannar, at prísurin fyri at fáa føroyingar at koyra í sonevndum grønum bilum er sera høgur. 

-Yvirskipaði veðurlagspoltikkurin, sum millum annað mælir til at stuðla skiftinum til grønar bilar, tekur í alt ov lítlan mun atlit til fíggjarliga partin, sigur Ruth Vang, sum nú vil traðka á stuðulsbremsuna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928