Miðlar og fólkaræði: Kringvarpið skipar fyri almennari miðlaráðstevnu

Um KVFMiðlar og fólkaræði
Miðlar og fólkaræði: Kringvarpið skipar fyri almennari miðlaráðstevnu
Fríggjadagin 1. september skipar Kringvarp Føroya á triðja sinni fyri ráðstevnu um avbjóðingar og loysnir í miðlalandslagnum
 
11-08-2023

"MIÐLAR OG FÓLKARÆÐI". Hetta er yvirskriftin á miðlaráðstevnu, sum Kringvarp Føroya skipar fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. september. 

Hetta er triðja ráðstevnan um miðlar, public service, mentanarbroytingar og tær avbjóðingar, ið eru fyri í miðlalandslagnum. Tann fyrsta var hildin í 2020 í bestu koronutíðum á Hotel Føroyum, har temað fyri dagin var mentanarbroytingar og public service í Føroyum. Í 2022 var onnur ráðstevnan, "Miðlar á vegamóti", sum Kringvarpið fyriskipaði saman við øðrum føroyskum miðlum, hildin í Norðurlandahúsinum. Hendan triðja fer m.a. at seta sjóneykuna á leiklutin hjá tøknirisunum, og føroyskir og útlendskir serfrøðingar og politikarar fara at leggja fram og kjakast.


Ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir fyri ábyrgdarfullar miðlar í talgilda meldrinum

Tað er eyðvitað, at ábyrgdarfullir tíðindamiðlar hava stóran týdning fyri fólkaræðið. Men miðlarnir eru undir vaksandi trýsti. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur skapa nýggjar avbjóðingar fyri miðlalandslagið, sum stríðist við at finna loysnir. Afturat hesum hevur nýggi alheimsgjørdi miðlaveruleikin aðrar avbjóðingar við sær, sum gera tað neyðugt at hava eftirlit við tøknirisunum.

Tøknirisarnir hava broytt mátan, vit fáa atgongd til kunning, hvussu vit samskifta, og hvussu vit koma saman í felagsskapir. Hetta hevur havt við sær fullkomiliga broyttar miðlavanar og eitt miðlalandslag, sum verður alt meira sundurpettað. Ein avleiðing av hesum er, at eyðkendi føroyski miðlavangin, sum setur karmar fyri fólkaræðisligu samrøðuna, viknar.

Ráðstevnan setur sjóneykuna á føroyska miðlalandslagið og týdning tess í einum samfelagi, har álítandi, kritiskir miðlar og eitt haldgott fólkaræði eru fyritreytir hvør hjá øðrum.

Vit spyrja, hvussu ábyrgdarfullir miðlar kunnu varðveita og styrkja sín leiklut í 2023. Hvussu varðveita miðlarnir fólkaræðisliga kjakið? Hvønn leiklut hava miðlarnir, tá ið tað kemur til at varðveita savningarmegina og í at stimbra mentan og tjóðarsamleika í Føroyum? Hvat verður viðmælt altjóða, og hvørji politisk tiltøk verða umrødd? Hvat kunnu føroyskir politikarar gera?

Vit fara at hoyra útlendskar og føroyskar miðlaserfrøðingar og politikarar seta miðlagongdina í Føroyum og virksemið hjá tøknirisunum í frásjón.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357

Um kvf css