Nýtt valevni vann undanvalið í Argentina

Nýtt valevni vann undanvalið í Argentina
52 ára gamli liberali búskaparfrøðingurin Javier Milei, sum heldur til ytst á høgraveinginum, fekk 30,5% av atkvøðunum, tá undanvalið til forsetvali í Argentina var sunnudagin
Javier Milei á pallinum til veljarafund í sambandi við undanvalið til forsetavalið í Argentina, har hann Javier Milei heldur óvæntað gjørdist stóri vinnarin.
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2023 - 14:29

Veljarar í Argentina góvu teimum báðum stóru flokkunum í Argentina ein dyggan undir vangan í gjár, tá undanval var til forsetavalið, sum verður í landinum í oktober. Tað skrivar CNN.

Upp undir sjálvt forsetavalið skipar Argentina fyri einum vegleiðandi vali, sum gevur eina góða ábending um, hvussu valúrslitið á sjálvum forsetavalinum fer at vera. Fremsta endamálið við valinum er at finna valevni til teir ymsu blokkarnar, sum stilla upp til forsetavalið.

Vinnari av valinum sunnudagin varð 52 ára gamli liberali, búskaparfrøðingurin, Javier Milei, sum heldur til ytst á høgraveinginum. Hann fekk 30,5% av atkvøðunum, og tað var meir enn valevnini hjá teimum báðum siðbundnu flokkunum - konservativi andstøðublokkurin fekk 28% og sitandi peronistiska samgongan fekk 27%.

Javier Milei hevur sín egna stíl og verður ofta samanborin við amerikanska Donald Trump. Hann sigur millum annað, at veðurlagskreppan er ein lygn, at seksualundirvísing er ein ætlan at máa støðið undan familjum, og at søla av menniskjagøgnum eigur at vera gjørd lóglig. Veljarafundirnir hjá honum eru lívligir, og hann er vælumtóktur, serliga millum tey ungu, men kortini kom valúrslitið í gjár óvart á tey flestu.

"Vit eru tann veruliga andstøðan. Eitt øðrvísi Argentina er ómøguligt við teimum somu gomlu tingunum, sum ongantíð hava riggað," segði Javier Milei aftan á valsigurin í gjár.

Veruliga forsetavalið í Argentina verður 22. oktober. Millum størstu avbjóðingarnar hjá nýggja forsetanum verður at stimbra kornútflutningin, tálma inflatiónini og sum heild føra ein fíggjar- og búskaparpolitikk, sum ger argentinska búskapin meira kappingarføran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339