Meiriluti av dønum fyri at banna brenning av átrúnarligum skriftum

Meiriluti av dønum fyri at banna brenning av átrúnarligum skriftum
Ein meiriluti av dønum halda at tað er eitt gott hugskot at banna brenning av átrúnarligum skriftum, so sum Koranini og Bíbliuni.
 
26.08.2023 - 11:59

Ein meiriluti av dønum halda at tað er eitt gott hugskot at banna brenning av átrúnarligum skriftum, so sum Koranini og Blíbliuni. Eisini um hetta hevur eina avmarking á talufrælsið við sær.

Tað vísir ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska krigvarpið og tíðindastovuna Altinget.

Uppá spurningin: Heldur tú at tað er eitt gott hugskot at banna brenning av ártúnaðarligum skriftum so sum Bíbliuni og Koranini svaraðu svarðaðu meira enn helmingurin - 57 prosent ja. 30 prosent svaraðu nei og 13 prosent svaraðu at tey vita ikki. 

Kanningin var gjørd millum 14 og 24 august. Tað vil siga, áðrenn danska stjórnin kom við uppskotinum um eitt slíkt bann.

Orsøkin til at hesin spurningurin er uppi at venda er, at Koranir eru brendar uttan fyri útlendskar sendistovur í Danmark og Svøríki í seinastuni. 

Hetta hevur havt við sær, at sannlíkindini fyri yvirgangi í Danmark, sambært donsku fregnartænastuni PET eru økt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542