Dreymabólkurin hjá KÍ: Eintracht Frankfurt, Aston Villa og Besiktas

Dreymabólkurin hjá KÍ: Eintracht Frankfurt, Aston Villa og Besiktas
Klokkan 13.30 í dag finna Jákup B. Andreasen og hinir á sterka KÍ-liðnum út av, hvørji mótstøðuliðini vera í UEFA Conference League-bólkaspælinum verður
Í dag finna Jákup B. Andreasen og hinir í KÍ útav, hvørjum teir skulu spæla í móti í UEFA Conference League-bólkaspælinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.09.2023 - 09:24

Í dag klokkan 13.30 verður avgjørt, hvørji lið KÍ skal spæla ímóti í bólkaspælinum í UEFA Conference League-kappingini. 

Lutakastið verður stroymt beinleiðs á UEFA TV á heimasíðuni hjá UEFA. 

KÍ hevur skrivað søgu við at gerast fyrsta føroyska fótbóltsfelag, ið hevur spælt seg í eitt endaspæl í einari evropiskar fótbóltskapping. 

Hóast Conference League ikki verður sædd at vera líka fín sum Champions League og Europa League, so er talan um eina kapping við sterkum liðum.

Enska Premiere League-felagið West Ham United vann kappingina í fjør, og fyrraárið var tað AS Roma, undir leiðslu av venjaralegenduni Jóse Mourinho, ið vann kappingina. 

KÍ er í fjórða og niðasta styrkisbólkinum, eins og íslendska Breiðablik við Klæminti A. Olsen á liðnum.

Um úrslitini í gjárkvøldið høvdu háttað sær eitt sindur betur, so kundi KÍ verið í styrkisbólk trý, sum hevði givið eitt, á pappírinum, lættari mótstøðulið úr niðasta styrkisbólkinum. 

Spurningurin er so nú, hvat KÍ skal ynskja sær av luttakastinum?

Skal felagið ynskja sær mótsstøðulið, ið KÍ kanska hevur ein møguleika at vinna ímóti? Ella skal KÍ ynskja sær mest áhugaverdu liðini, sum eru í bollunum, at spæla ímóti?

Mest áhugaverda luttakastið hevði heilt sikkurt verið Eintracht Frankfurt úr Týsklandi úr styrkibólki eitt, Aston Villa úr Onglandi úr styrkibólki tvey og turkiska stórfelagið Beşiktaş úr styrkisbólki trý. 

Átta bólkar við fýra liðum skulu skipast - eitt lið úr hvørjum styrkisbólki. 

Lutakastið verður í Monaco í dag klokkan 13.30 føroyska tíð. 

 

Styrkisbólkur 1
Eintracht Frankfurt (GER)
GNK Dinamo (CRO)
Club Brugge (BEL) – pairing UEL M
AZ Alkmaar (NED) – UEL C
KAA Gent (BEL) – T
Fenerbahçe SK (TUR) – U
LOSC Lille (FRA) – UEL O
Ferencvárosi TC (HUN)

Styrkisbólkur 2
PAOK FC (GRE) – UEL P
ŠK Slovan Bratislava (SVK) – V
Maccabi Tel-Aviv FC (ISR) – UEL N
FC Viktoria Plzeň (CZE)
Aston Villa FC (ENG) – UEL L
PFC Ludogorets 1945 (BUL)
ACF Fiorentina (ITA)
FK Bodø/Glimt (NOR) – UEL K

Styrkisbólkur 3
KRC Genk (BEL) – T
FC Zorya Luhansk (UKR)
FC Astana (KAZ)
Beşiktaş JK (TUR) – U
HJK Helsinki (FIN)
Legia Warszawa (POL) – UEL S
FC Spartak Trnava (SVK) – V
NK Olimpija Ljubljana (SVN)

Styrkisbólkur 4
HŠK Zrinjski (BIH)
KÍ Klaksvík (FRO)
Aberdeen FC (SCO) – UEL F
FK Čukarički (SRB) – UEL Q
FC Lugano (SUI) – UEL R
Breidablik (ISL)
FC Nordsjælland (DEN)
FC Ballkani (KOS)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221