KÍ skal spæla móti Lille, Bratislava og Olimpija Ljubljana

KÍ skal spæla móti Lille, Bratislava og Olimpija Ljubljana
Fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum endaspæli í einari evropiskar kapping, KÍ, skal spæla móti franska Lille, slovakiska Bratislava og Olimpija Ljubljana úr Slovenia
West Ham-legendan, Mark Nobel, dróg KÍ upp í bolla 4 sum tað allar fyrsta
Mynd: UEFA tv  
 
01.09.2023 - 14:40

Fyri løtu síðani var lutakastið um hvørji lið, ið KÍ skal spæla ímóti í UEFA Conference League-kappingini. 

KÍ var í fyrstu kúluni, ið West Ham-legendan, Mark Noble, dróg upp úr bolla fýra, og harvið endaði KÍ í bólki A. 

Frammanundan vóru franska stórfelagið LOSC Lille, SK Slovan Bratislava úr Slovakia og NK Olimpija Ljubljana úr Slovenia í bólki A. 

Harvið fekk KÍ eitt áhugavert lutakast í sínari fyrstu luttøku í einum endaspæli í einari evropiskar kapping fyri lið. 

Tummar Lervig og hini umboðini fyri KÍ kunnu vera væl nøgd við, at felagið ikki endaði í bólki C saman við Dinamo Zagreb, Viktoria Plzeň, Astana og Ballkani. 

Lítil er at ivast í, at KÍ ítróttarliga hevur møguleikar í dystunum móti NK Olimpija Ljubljana og SK Slovan Bratislava.

Hinvegin er tað lítið sannlíkt, at KÍ ger nakað við franska stórfelagið LOSC Lille. Størsta stjørnan í Lille er nokk fyrrverandi Barcelona-miðverjin Samuel Umtiti. 

 

Group A
Lille
Slovan Bratislava
Olimpija Ljubljana
KÍ Klaksvík

Group B
Gent
M. Tel Aviv
Zorya Luhansk
Breiðablik

Group C
Dinamo Zagreb
Viktoria Plzeň
Astana
Ballkani

Group D
Club Brugge
Bodø/Glimt
Beşiktaş
Lugano

Group E
AZ Alkmaar
Aston Villa
Legia
Zrinjski

Group F
Ferencváros
Fiorentina
Genk
Čukarički

Group G
Frankfurt
PAOK
HJK
Aberdeen

Group H
Fenerbahçe
Ludogorets
Spartak Trnava
FC Nordsjælland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980