- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa Hægsta Rætt
02.09.2023 - 13:43
Innlendis
Umhugsa Hægsta Rætt
Nú dómur er sagdur í Landsrættinum verður umrøtt, um søkjast skal um at fáa málið um dupult heilsutrygdargjald fyri í Hægsta rætti, sigur stjórin í Heilsutrygd

Landsrætturin skuldi taka støðu til, um tveir mans sum starvast í Norra, eru undantiknir at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, tí teir rinda til norska Folketrygd.
Egil á Bø vísir á, at rætturin ikki tók støðu til sjálvt málið, men bara staðfesti, at Heilsutrygd ikki kundi stevna monnunum, sum eru upprunin til málið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











