Hvørjum ert tú bangin fyri?

Hvørjum ert tú bangin fyri?
Röddin hevur spurt tríggjar ungdómar, hvørjum tey eru bangin fyri.
02.10.2013 - 00:30

Gunnbjørg Amondsen, 17 ár:

Hvørjum ert tú bangin fyri?

- Cheesy, men eg eri bangin fyri eiturkoppum.. Og so er tað óttin fyri at blíva vaksin! Ella rættari: at vita, at ein skjótt skal verða klárur til verðina. Persónliga haldi eg, at tað eru nógvir stórir spurningar, ið ein hevur sum tannáringar, sum kann fáa ein at óttast.

 

"Mann" sigur, at allur ótti er grundaður á deyða - ert tú samd?

- Eg vildi ikki sagt, at allir óttar eru grundarir á deyða, men jú tad liggur ikki langt frá heldur. Tað er jú heilt klárt vemmiligt at hugsa um, at ein einaferð doyr, av tí at eingin veit, hvat síðani hendir, ella um ein bara forsvinnur.

 

 

Bárður Hammer, 21 ár:

Hvørjum ert tú bangin fyri?

- Eg hati eiturkoppar yvir alt í hesi verð. Eg kundi sagt, "Nei, mær dámar ikki, at síggja ella nerta við eiturkoppar", men eg RÆÐIST teir! Mær dámar heldur onki serligt klovnar og at flúgva. Hví? Jú, eg sá einaferð Stephen King's IT. Eg veit ikki, um mær tørvar at siga meira um tað. Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at flúgva intil ein vinmaður og eg vóru umborð á einum flogfari, sum var áveg til Grønlands í 2011. Tað varð nakað ein so helvitis ógvislig neyðlending vit fingu, at eg sveitti um labbarnar, hvørjaferð eg havi flogið síðani. Helst tá ið flogfarið skal lenda.

 

"Mann" sigur, at allur ótti er grundaður á deyða - ert tú samdur?

- Eg haldi ikki, at allur ótti er grundaður á deyða. Um vit taka tey tingini, eg óttist, sum t.d. eiturkoppin, so veit eg útmerkað væl, at hann ikki fer at drepa meg (eiturkoppurin í Føroyum, ið hvussu er). Tað sama kann sigast um klovnin. Eg eri nú rættiliga vísur í, at klovnurin, ið stendur og jongelerar við bólti, knívi og tindasvíni, ikki hevur ætlanir um at drepa meg (uttan so at klovnurin er Pennywise ella Pogo The Clown). Hesar fobiirnar eru ikki knýttar at deyðanum. Um eg hugsi realistiskt, so veit eg ikki akkurát, hví eg óttist hesi tingini. Men eg veit so mikið, sum at hvørki eiturkoppurin ella klovnurin fara at drepa meg, so hesin óttin er ikki grundaður á deyða. At flúgva er ein onnur søga. Um okkurt gongur heilt galið, so er tað rættiliga sannsýniligt, at mann ikki sleppur livandi burtur úr støðuni. Í hesum førum kann óttin vera grundaður á deyða.

Um vit taka eitt annað dømi, so kunnu vit fímynda okkum ein lesandi, sum skal upp í eini super umráðandi roynd. Hann er bangin fyri, at hann kanska dumpar og tískil ikki sleppur inn í onkran hægsi skúla ella hvat tað nú skuldi verið. Men, um hann dumpar, so doyr hann hóast alt ikki.

So nei, ótti er ikki altíð grundaður á deyða.

 

 

Aron Isaksen, 20 ár:

Hvørjum ert tú bangin fyri?

- At verða deyvur. Eg hevði ikki klárað eitt lív uttan tónleik.

 

"Mann" sigur, at allur ótti er grundaður á deyða - ert tú samdur?

- Nei.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.