- Tíðindi, mentan og ítróttur
Voxpop: festivalgestir á G!
Skrivað hevur Anita Hermansdóttir Eidesgaard
Eg gekk runt og spurdi fólk í gjárkvøldið, hvat tað býttasta, tey høvdu gjørt á G! higartil, var. Av tí at lagið var gott á teimum flestu, vóru svarini eisini stuttlig og góð.
"Tað býttasta, eg havi gjørt, tað man nokk vera, at eg "kom" á G!"
- Drongur, 21, Sandavágur
"Brúkt alt mítt G! uppá at ansa eftir míni bestu vinkonu, giti nógv onnur kenna tað"
- Genta, 16, Tórshavn
"At eg datt av klokkan 17, eg gangi enn og sigi orsaka við mína bestu vinkonu"
- Vinkonan, 16, Tórshavn
"Eg havi gjørt so nógv býtt, men tað býttasta er nokk, at eg fekk slammað heys"
- Drongur, 19, Tórshavn
"At eg keypti mær ein G! burgara, eitt fkn skuffilsi! Spill av 40 krónum"
- Genta, 18, Norðskála
"Tað býttasta er, at eg enn standi her í hesum regninum"
- Drongur, 20, Runavík
"Eitt má eg viðganga, tað býttasta er nokk at brúka so nógvar pengar uppá hetta. Ikki tí tað er vánaligt, men tí øll onnur leypa upp um hegnið ella finna ein annan veg inn allíkavæl"
- Genta, 18, Tórshavn
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |